Hósdagin 19. november fyllir Annika Hoydal 70 ár, og samstundis kemur fløga hennara Endurljós út.
Í hesum sambandi verður skipað fyri móttøku á Reinsarínum hósdagin kl. 15.
Annika Hoydal kann á sínum sjeyti ára degi hátíðarhalda eina 50 ára langa lívsleið sum tónleikari, og samstundis gevur hon út nýggju fløguna endurljós. Á fløguni eru bæði løg sum eru innspæld fyrr og nýggj løg. Gunnar Hoydal hevur skrivað allar tekstirnar, uttan lívið dýra undir, ið er skrivaður av Karsten Hoydal.
Á móttøkuni verður høvi at hoyra nøkur løg av fløguni spæld live av bólkinum, ið í komandi vikuskifti fer at framføra tríggjar konsertir saman við Anniku.
Konsertirnar verða í Tøting fríggjakvøldið, í Spaniastovu leygardagin og í Norðurlandahúsinum sunnudagin.