Móttøka á Tannklinikkini hjá Hans Olav

Móttøka var í gjár á Tannklinikkini hjá Hans Olav Hansen, tannlækna í Klaksvík. Hans Olav hevur í góð 32 ár verið virkin tannlækni og størsta partin oman Eið í Klaksvík.

Móttøka var í gjár á Tannklinikkini hjá Hans Olav Hansen, tannlækna í Klaksvík. Hans Olav hevur í góð 32 ár verið virkin tannlækni og størsta partin oman Eið í Klaksvík.

 

Nú hava so Jonna Sjúrðaberg og Halldis á Grønastøð tikið yvir tannlæknavirksemið Oman Eið 8 í Klaksvík eftir Hans Olav Hansen. Eftir bókini hendi yvirtøkan  1. januar 2015.

 

Talan er samstundis um eina víðkan og dagføring av tannlæknavirkseminum, við tað at Halldis eisini er sertannlækni í tannrætting. Fleiri tannrøktarar eru eisini knýttir at tannlæknastovuni, sum er víðkað við tveimum viðgerðarstólum.

 

So tá ið øll eru á tannlæknastovuni, sum hevur fingið nýggja navnið Tannspenn, eru tey 14 fólk í tali. Tá er talan um fýra tannlæknar, Jonna Sjúrðaberg, Halldis á Grønastøð, Gunvør Petersen og Hans Olav Hansen, tannrøktarar og tannklinikkasistentar.

 

Ein hugnalig og fyrikomandi móttøka við hópin av fólki, sum hevði nógv skemtiligt og afturlítandi við í røðunum – Teirra millum, sum tóku orðið, vóru: Jonna, Halldis, Hans Olav, borgarstjórin, John William Joensen og Bogi á Steig.