Mótstøðuliðið hjá KÍ vann oddauppgerð í Svøríki

BK Häcken fekk eina góða upptakt til seinna dystin móti KÍ við einum sigri á oddaliðnum, Elfsborg í dag

Um fýra dagar spæla BK Häcken og KÍ seinna dystin í øðrum undanumfarinum í Champions League á Bravida Arena leikvøllinum í Göteborg. Støðan frá fyrra dystinum við Djúpumýru er 0-0.

 

Í dag fekk BK Häcken eina góða upptakt til seinna dystin móti KÍ komandi mikukvøld klokkan 18.

 

BK Häcken tók í dag móti oddaliðnum, Elfsborg á Bravida Arena leikvøllinum. 

 

Dysturin endaði 3-1 til BK Häcken, ið nú er næstfremst í bestu svensku fótbóltsdeildini við 38 stigum, bert eitt stig aftanfyri oddaliðið, Elfsborg.

 

Ibrahim Sadiq sum var vandamiklasti leikarin hjá BK Häcken í dystinum við Djúpumýru var vístur út í dag, tá 40 minuttir vóru leiktir. Tá var støðan javnleikur 1-1. Kortini eydnaðist tað við 10 monnum at vinna 3-1 á oddaliðnum, Elfsborg, men tað hevur væntandi kravt nógvar kreftir hjá BK Häcken, ið hevur eina sera tætta dystarskrá fyri tíðina.