– Hetta er eitt øgiliga sterkt lið, sum gjørdi tað gott í bólkaspælinum í Europa League í fjør, so í kvøld fáa vit mótstøðu frá einum liði, sum er væl sterkari enn vit.
Tað sigur venjarin hjá Víkingi, Sigfríður Clementsen, nú Víkingur í kvøld klokkan sjey tekur ímóti kroatiska liðnum, HNK Rijeka, á Tórsvølli í Havn.
Samstundis verður føroysk fótbóltssøga skrivað, tí hetta er fyrstu ferð, at eitt føroyskt lið yvirhøvur spælir í triðja umfari í nakrari av europeisku kappingunum.
Á leiðini hevur Víkingur fyrst vunnið samanlagt á litaviska Daugava Daugavpils og síðani á norska Tromsø.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra, hvat Sigfríður Clementsen sigur um dystin í kvøld og mótstøðuna.









