Motorurin á Hasfjord slóknaði

- Nú verður roynt at leggja skipið til ytra pierin á Pollinum í Skopun, sigur bilførari sum er umborð á Hasfjord í løtuni.

 

 

Tað má sigast, at Strandfaraskip Landsins í løtuni eru hart rakt av óhappum, tá ræður um farleiðina millum Skopun og Gomlurætt.

 

Fyri fáum døgum síðan sigldi Ternan á land inni á Pollinum í Skopun, og í morgun steðgaði Hasfjord upp, tá hann var á veg úr Skopun.

 

Ein bilførari, sum er umborð á Hasfjord í løtuni, sigur, at motorurin á skipinum steðgaði stutt eftir, at skipið hevði loyst og skuldi sigla út úr havnini í Skopun.

 

- Skipið hevði lítla og onga ferð, men tá snarast skuldi út av Pollinum, sum er ytsti hylurin í Skopun. slóknaði motorin, og alt gjørdist púra kvirt.

 

Bilførarin vísir á, at tá motorurin slóknaði, og lítil og eingin ferð var á skipinum, riggaðu róðurgreiðirnar sjálvandi heldur ikki.

 

- Eg veit ikki, um gronin kom inn ímóti beint undir Lívfiskastøðini, men tað merktist í hvussu er lítið og einki til tað, um so var.

 

Tá In.fo skifti orð við bilføraran umborð á Hasfjord fyri løtu síðan, segði hann, at ein útróðrarbátur var í holt við at sleipa skipið til pierin.

 

##med2##

 

- Tað er eitt lítið lot, og tað órógvar eitt sindur, men tað sær út til, at Hasfjord í fyrstu syfti verður lagdur til pierin her úti, segði bilførarin.

 

Á veg úr Skopun í morgun hevði Hasfjord tveir stórar bilar og tríggjar persónbilar.

 

##med3##