Motorsúkklurnar framvegis størsta vøksturin

Tølini hjá Akstovuni fyri søluna av nýggjum akførum í tíðarsekeiðnum januar apríl 2006 vísa ein týðuligan vøkstur í søluni av persónbilum og vørubilum, meðan motorsúkklurnar eru so nógvar sum ongantíð áður


At sølan av motorsúklum er nógv vaksin, sást best tann dagin Norðoyatunnilin lat upp, tá umleið 200 motorsúkklur koyrdu í fylginum saman við ellisakførunum.
 
Annars vísa tølini at í fjør vóru seldir 395 persónbilar í mun til 499 í ár - ein vøkstur upp á 26 prosent. Vørubilarnir hava ein vøkstur upp á yvir 65 prosent við 91 í mun til 55 í fjør. Størsta vøkstrinum í prosentum standa motorsúkklurnar fyri, har 81 vóru seldar í mun til tvær í fjør. Sølan av prutlum er minkað úr 117 til 58 fyrstu fýra mánaðirnar í ár. Hetta er ein minking upp á næstan 60 prosent.