Leygardagin verður árliga tiltakið MC-Boogie aftur á skránni. Hetta er eitt tiltak fyri øll motorsúkkluáhugað, ið Føroya-MC skipar fyri. Tiltakið hevur verið afturvendandi á hvørjum ári, og hevur tað verið mett sum startskotið til motorsúkklusesongina.
Tað eru seinastu árini komnar nógvar motorsúkklur til landið, og okkkurt árið hava fleiri enn 100 motorsúkklur luttikið á MC-Boogie.
Føroya-MC var stovnað í ár 2000, og hevur sostatt 10 ár á baki, og er ætlanin tí at gera eitt sindur burturúr tí á MC-Boogie.
Tiltakið er skipað soleiðis, at súkklurnar møtast á Magn við Ringvegin í Tórshavn kl. 11, har møguleika verður at fáa ein kaffimunn og prát við aðrar motorsúkklistar, áðrenn sjálvur túrurin byrjar.
Kl. 12 verður so farið avstað - fyrst verður koyrt ein túr gjøgnum býin, áðrenn farið verður norðureftir.
Fyrsti stegðurin verður á OK heilsølu í Hvalvík, síðani verður vitjað í Klaksvík, og eftir hetta verður fari út á Toftir, har vitjað verður á bátafestivalinum.
Tá steðga verður í Klaksvík og á Toftum, verður okkurt til undirhald eisini á skránni, kappast verður í sniglakoyring og togtogan, og hvør veit um ikki MC fólkið fer at bjóða bátafólkunum á Toftum av í togtogan.
Um kvøldið verður veitsla á Bassalt. Øll eru vælkomin, og vóna fyriskipararnir at síggja nógvar motorsúkklur og at vit fáa ein góðan dag.










