Amerikanski motorsúkklarin Bill Warner doyði sunnumorgunin á eini koyribreyt í Maine. Hann royndi at bróta gamla metið, sum var 483 km/t á stuttum strekki, sum er 1,6 kilometrar.
Tann 44 ára gamli Warner var komin upp á 459 km/t, tá hann misti tamarhaldið á motorsúkkluni, sum reyk út høgrumegin av breytini og rendi ímóti einum lljóssteyra. Hann varð slongdur 12 metrar upp í luftina og datt síðan harðliga niðuraftur, skrivar DN.se frá Portland Press Herald.
Tá bjargingarfólk komu fram til Warner, hevði hann vitið og fekk tosað. Men hann doyði seinni á sjúkrahúsinum.
Royndin at bróta metið varð gjørd á eini lendingarbreyt á fyrrverandi flogvøllinum Loring Air Force Base í ein útnyrðing úr býnum Limestone. Lendingarbreytin er um 4,3 kilometrar long og hevur tryggari undirlendi enn breytirnar í oyðimørkini, sum ofta verða nýttar.
Farnu tvey árini hevur Bill Warner átt skjótleikamet fyri konventionellar motorsúkklur, eftir at honum á hesi breytini eydnaðist at koma upp á 500,5 km/t á 2,4 km strekki.
Myndin:Bill Warner avmyndaður áðrenn eina koyring á 'The Maine Event' sunnumorgunin. Motorsúkklan er serbygd Suzuki Hayabusa við turbomotori (Peter Freeman/AP)