Motorsúkkla í óhappi í Hvalvík

Maður á motorsúkklu rent í reyvina á bili, sendur á LS, við vit.

 

Um eitt-tíðina í dag fekk løgreglan eina fráboðan um eitt ferðsluóhapp í Hvalvík.

 

Talan var um eina motorsúkklu, sum hevði rent upp í afturpartin á einum bili beint við innkoyringina til Hvalvíkar.

 

Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at førarin á motorsúkkluni bleiv koyrdur á Landssjúkrahúsið við sjúkrabilinum. Førarin var vakin, sambært vakthavandi.