Motormagasinet nýggjan eigara

Motormagasinet, sum er fakblaðið hjá donsku bilbransjuni, varð 1. januar 2010 selt til Danske Fagmedier A/S, saman við Transport-magasinet, Licitationen, Mester Tidende og NyhedsInformation, sum øll hava hoyrt til blaðkonsernina Aller Business as.

Hesi fimm bløðini halda fram sum áður við hvør sínari redaktión og leiðslu.


Blaðstjórin á Motormagasinet, Michael F. Nørfelt, sum herfyri vitjaði á Sosialinum, heldur eisini fram saman við sínum starvsfólkum. Motormagasinet verður eisini lisið av føroysku bilbransjuni, eins og teir samstarva við bilredaktiónina á Sosialinum um tíðini úr Føroyum.


Motormagasinet er tað einasta av sínum slagi í Danmark. Blaðið, sum kemur út einaferð um vikuna, verður prentað í umleið 12.000 eintøkum.


mg