Moto Guzzi er ikki nakað nýtt merki av motorsúkklum. Verksmiðjan varð stovnað í 1921 og framleiðir framvegis nógvar ymiskar motorsúkklur. Moto Guzzi eru kendar sum sera halbarar og álítandi motorsúkklur, sum hava staðið sína roynd í ymiskum kappkoyringum gjøgnum tíðina. Í 2000 var Moto Guzzi verksmiðjan yvirtikin av Aprilia-konsernini í Italia. Tá Aprilia og Moto Guzzi síðan vórðu uppkeypt av italsku Piaggio verksmiðjuni í 2004, kom verulig gongd á framleiðsluna og nýggjar og spennandi súkklur komu á marknaðin.
AD-Import hevur trý ymisk modell av Moto Guzzi súkklum á goymslu: Nevada 750 Touring, Griso 1100 og ta stóru Norge 1200. Talan er um væl útgjørdar og framkomnar motorsúkklur til kappingarførar prísir.
Nevada 750
Moto Guzzi Nevada 750 Touring er ein ”choppari” við 2-syl. 4-takts luftkøldum V-motori við 48 hk. Nevada 750 er ein klassisk súkkla við t.d. eger-hjólum. Hon kann t.d. bæði bremsa og stýra samstundis, sum er sera sjaldsamt fyri motorsúkklur í hesum klassanum. Nevada 750 Touring kostar kr. 98.900. Annars byrja Nevada prísirnir við 88.200.
Griso 1100
Moto Guzzi Griso 1100 er ein sonevnd “roadster“ við 2 syl 4-takts luftkøldum V-motori við 88 hk. Súkklan er eyðkend við sínum framtíðar designi, sum fyrstu ferð varð sýnt fram á ein framsýning í 2002 sum ein prototypa. Súkklan kom á marknaðin í 2005 og varð sera væl móttikin. Griso hevur eitt sermerkt kraftarmikið ljóð, sum m.a. kemst av ”sveru” útstoytsrørunum við ovurstóra ljóðpottinum. Griso 1100 kostar kr. 145.700,-
Bíligasta Griso (Griso 850) kostar kr. 124.900
Norge 1200 GLT
Moto Guzzi Norge 1200 er ein heilt nýggj stór og sera væl útgjørd motorsúkkla við 2 syl luftkøldum motori við 95 hk. Navnið “Norge“ kemst av at í 1928 koyrdi Giuseppe Guzzi frá verksmiðjuni í Italia heilt til Sámaland í Norra upp á fýra vikur við eini Moto Guzzi GT500, sum eftir hetta eisini varð nevnd “ Norge“. Hendan nýggja Norge er ein sera flott súkkla við nógvari útgerð sum t.d. hita í handtøkunum, navigatiónsskipan, fýra „elipsoid“ forlyktir, ABS-bremsur (sum kunnu koblast frá), og rúturin frammanfyri føraran kann stillast elektroniskt. Norge 1200 GLT við allari útgerð kostar kr. 178.700,-
Prísirnir á Norge byrja við kr. 154.800
Moto Guzzi eru ikki heilt ókendar í Føroyum. Tað hava verið nakrar slíkar her og framvegis eru nakar eftir í landinum.
Tór Tungá frá AD-Import sigur, at teir koma at selja Moto Guzzi í nógvum ymsikum útgávum og prísklassum.