Við dreglum við orðunum »fuck islam« mótmæltu tvey fólk í dag við irakisku sendistovuna í Keypmannahavn.
Fólkini stóðu framman fyri sendistovuna við myndatólum, einum Dannebrogsflaggi og eini bók, sum tey hava skrætt og tveitt frá sær.
Bólkurin, sum nevnir seg Danskir Patriotar, sigur, at tað er Koranin.
Tað upplýsir myndamaðurin hjá Ritzau á staðnum.
Ein stroyming á facebooksíðuni hjá Donskum Patriotum vísir eina bók, sum brennir.
Sambært tíðindastovuni Reuters varð eldur settur á Koranina undir mótmælinum.
##med2##
Københavns Politi váttar, at tað er boðað frá einum mótmælistiltaki við sendistovuna. Tey hava ongar viðmerkingar til mótmælið.
Annar maðurin er ílætin skottryggan vest, meðan hin er í eini svartari hettutroyggju, har tað stendur »fuck islam«.
Á stroymingini hoyrast tey bæði mótmælisfólkini siga »fuck islam« við fólk, sum súkkla og ganga framvið.
Sambært myndamanninum hjá Ritzau ganga fólk framvið og koma við viðmerkingum. Nøkur rista eitt sindur við høvdinum.
##med3##
Eisini fríggjadagin mótmælti ein lítil bólkur frá Donskum Patriotum við irakisku sendistovuna, har Koranin eftir øllum at døma varð brend.
Tað førdi til fordømingar frá millum annað irakiska uttanríkisráðnum og mótmælum um vikuskiftið í irakiska høvuðsstaðnum, Bagdad.
Eisini danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, hevur áður fordømt gerðina.
– Eg fordømi slíkan býttleika, sum nakrir fáir einstaklngar gjørdu í gjár (fríggjadagin, red.) framman fyri irakisku sendistovuni.
– Tað er ein skarnsgerð at vanhalga átrúnað hjá øðrum. Tað snýr seg bæði um at brenna koranir og aðrar átrúnaðarligar myndir. Tað hevur einki annað endamál enn at provokera og skap spjaðing, segði Løkke í eini skrivligari viðmerking leygardagin.
##med4##
Í Iran hevur uttanríkisráðið harumframt kallað inn danska sendiharran og víst á sína misnøgd um, at ein Koran er brend.
Tað seinasta nýggja í dag er, at Irak fordømir, at ein Koran er brend framman fyri irakisku sendistovuna í Danmark, skrivar tíðindastovan Reuters.
/ritzau/














