Mótmæla fløskuhálsi í ferðsluni

Ferðslutrygdin er alt annað enn góð

 


Tey, sum búgva í Skálafirði vilja nú hava Løgtingið at gera álvara av ætlanini at gera vegin omanfyri bygdina.

Og í hesum máli hava tey fullan stuðul frá Runavíkar Býráð.

 

Tað hevur leingi verið ætlanin at leiða ferðsluna uttanum Sálafjørð. Peningur er settur av til endamálið, men nakað síðani varð játtanin strikað aftur.

 

Í hesum sambanandi hava 66 fólk í Skálafirði nú sent Løgtinginum eina adressu, har tey heita á Løgtingið um at gera vegin beinanvegin.

 

Tey mótmæla harðliga, at Løgtingið hevur strikað játtanina og tey staðfesta, at vegurin vegurin ígjøgnum bygdina á Skála er ikki gjørdur til ta ferðslu, sum er – og sum verður í framtíðini.

 

- At lata Skálafjørð liggja eftir til allari ferðsluni ígjøgnum bygdina, er ikki skilagott, siga mótmælisfólkini.

 

Tey siga, at ferðslan ígjøgnum bygdina er ein fløskuhálsur, har tað er alt annað enn trygt og tí vilja tey hava vegin omanfyri bygdina sum skjótast.

 

Borgarstjórin í Runavík, Magnus Rasnussen, ger eisini vart við, at Runavíkar Býráð tekur fult undir við mótmælinum.