Meirlutin í vinnunevndini mælir frá, at avgjald verður lagt á svartkjaftin, men í vinnunevndini er tað andstøðan í Løgtinginum, sum hevur meirlutan.
Orðaskiftið hevur tikið seg upp um málið, men sum í flestu øðrum avgjaldsmálum, so mælir andstøðan frá at áleggja gjald, meðan samgongan mælir til.
Tað sama er við hesum uppskotinum, sum bert skal galda frá tí degi í november tað varð algt fram og reistina av 2015. Andstøðan í tinginum mælir frá at samtykkja uppskotið, meðan samgongan vil hava lógaruppskotið samtykt.
Kaj Leo Holm Johannesne, Saambandsflokkurin, segði, at hetta uppskotið bert hevur til endamáls at fáa pening til vega í landskassan.
-Hetta er eitt sera stuttskygt uppskot, segði hann.
Uppskotið mælir til, at 20 oyru verður at gjalda av hvørjum kilo av svartkjafti,
Høgni Hoydal, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, segði, at tað var løgið at hoyra andstøðuna tosa ímóti hesum uppskoti, tí seinastu fimm árini hevur undanfarna samgonga sett politiskt gjald á fiskin.