Mótmæla at ES revsar Føroyar og Ísland

Formansskapurin í Norðurlandaráðnum hevur havt fund við ES og har varð mótmælt, at ES revsar Føroyar og Ísland

Formansskapurin í Útnorðurráðnum og ES hava havt sín regluliga felagsfund.

 

Tað høvi brúkti formansskapurin í útborðurráðnum at mótmæla beinleiðis, at ES hevur sett – og at mótmæla, at ES hóttir við at seta revsitiltøk í verk ímóti Føroyum og Íslandi í sambandi við fiskiskapin eftir uppsjóvarfiski.

 

Við á fundi vóru formaður Útnorðurráðsins, Unnur Brá Konráðsdóttir, altingskvinna, og varaformaðurin, Bill Justinussen, løgtingsmaður, og ES nevndarlimirnir Pat the Cope Gallagher, formaður, Paul Rübig, Catherine Stihler og Indrek Tarand.

 

- Útnorðurráðið legði dent á, at tað kann ikki góðkenna framferðarháttin hjá ES, sum ikki verður toldur í alheims høpi,  sigur Bill Justinussen.

 

Ráðið mótmælir eisini, at ES, sum er stórt og máttmikið, hóttir sínar “friðarligu grannar sum ein liður í samráðingartilgongdini, sum Bill Justinussen tekur til.

 

Hann vísir á, at ein norskur havlívfrøðingur hevur víst á, at makrelurin kann verða til vanda fyri umhvørvið, tí at stovnurin er vorðin so stórur.

 

- Formansskapurin ásannaði, at partarnir eru ósamdir, men skulu samráðast til eitt úrslit og ikki hótta hvønn annan.

 

Formansskapurin vísti sendinevndini hjá Europatinginum á, at tiltøkini hjá ES hava havt stórar avleiðingar fyri tey smáu samfeløgini í útnorði.

 

Eitt dømi er tá ið ES setti forboð fyri at selja vørur úr kópaskinni. Tað var eitt innflutningsbann, sum hevur havt stórar avleiðingar fyri smáu grønlendsku veiðibygdirnar.

 

Hinvgin vísti ES á, at tey hava fullan rætt til at fremja revsitiltøk, tá tjóðir ikki halda meginregluna um burðardygd.

 

Men annars vóru tey samd við Útnorðurráðnum í, at tað hevur stóran týdning at fáa loyst stríðið diplomatiskt.

 

ES sendinevndin segði seg vóna, at tað skjótt finnist ein loysn av ósemjuni.

 

Á myndini eru, frá vinstru, Bill Justinussen, Pat the Cope Gallagher, Unnur Brá Konráðsdóttir, Catherine Stihler og Indrek Tarand.