Motiónsrenning í Eysturoynni í dag

Renning: Í dag verður runnið motiónsrenning í Eysturoynni

Aftur í ár skipar Tofta Ítróttarfelag fyri motiónsrenning í Eysturoynni. Renningin verður í dag frá kl. 15.00. Runnið verður frá Sjómansheiminum ?i Runavík, inn á Lambareiði, og út aftur til sjómansheimið. Teinurin er 7,2 kilometrar. Renningin er fyri øll, og heiðursmerki verða latin til tríggjar teir bestu rennararnar hjá monnunum, kvinnum og børnum. Kikos Vár hevur latið. Rennarar skulu møta kl. 14.30 niðarfyri sjómansheimið