Tey fólkini, ið renna sær ein túr umleið tríggjar ferðir um vikuna, liva longri enn tey, sum velja rennitúrin frá.
Tað vísir ein umfatandi, donsk kanning, har granskarar hava fylgt og kannað 1900 motiónsrennarum tey seinastu 35 árini. Kanningin verður nevnd "Østerbroundersøgelsen".
- Kannignin vísir sum tann fyrsta í heiminum, at motiónsrennarar liva longri enn onnur, og tað er galdandi fyri bæði mannfólk og konufólk, sigur hjartalækni Peter Schnohr í einum tíðindaskrivi. Hann hevur verið við til at gjørt kanningarnar av rennarunum.
- Úrslitini benda eisini á, at tað, sum hevur bestu ávirkanina í hesum sambandi, er at renna í róligum tempo einar tríggjar ferðir hvørja viku, sigur Schnohr.
Sambært kanningarúrslitunum liva mannfólk, sum renna, 6,2 ár longri, enn tey mannfólkini, ið ikki renna. Kvinnuligir rennarar liva 5,6 ár longri enn tær, ið ikki renna.
Umframt at liva longri eru rennarar í minni vanda fyri at gerast sjúkir.
- Motiónsrennararnir í kanningini vóru fyrst og fremst í minni vanda fyri at doyggja av eini hjartasjúku. Vandin var 68 prosent lægri hjá monnunum og 52 prosent lægri hjá kvinnunum, sigur Schnohr og heldur fram:
- Harafturat vóru rennararnir í minni vanda fyri at doyggja av lungnasjúkum, blóðtøppi í heilanum og krabbamein.
Tríggir dagar um vikuna við tilsamans 2,5 tímum av renning er tað, sum granskararnir handan kanningina viðmæla.










