súkkling
Kappingin er árliga FM kappingin í landavegssúkkling fyri unglingar og teir vaksnu, eingin broyting er á rutuni og fyriskipanini annars, kappingin er meinlík kappingunum undanfarnu árini.
Í ár verður tó, sum naka nýtt, roynt at fáa motiónssúkklarar við. Rutan hjá teimum er tann sama sum hjá teimum vaksnu, men um onkur ikki sær seg føran fyri tí rutuni, kann hann fylgja rutuni hjá unglingunum, sum er nakað lættari og styttri.
Fyri at mótiónistarnir skullu kenna seg tryggar á túrinum, verða fylgibilar. Í bilunum er møguleiki at goyma sær ein eyka drekkidunk, eyka klæðir ella annað, sum tørvur kann verða á.
Rutan hjá teimum vaksnu gongur av Toftum, um Eiðisskarð, suður gjøgnum Sundalagið, eftir Oyggjarvegnum til Havnar. Nøkur umfør verða súkklað í Havn og málið er við Plantusøluna á Hvítanesvegnum. Í alt 100 km.
Rutan hjá unglingunum gongur um Eiðsskarð, suður gjøgnum Sundalagið, gjøgnum Kaldbakstunnilin til Havnar. Nøkur umfør verða súkklað í Havn og málið er við Plantusøluna á Hvítanesvegnum. Í alt 70 km.
Roknað verður við, at fyrstu súkklararnir koma á mál eftir klokkan 14:30, og teir seinastu verða helst komnir á mál umleið klokkan 16:30.
Tórshavnar Súkklufelag skipar fyri flutningi av súkklum og luttakarum úr Havn inn á Toftir, luttakarar kunnu møta á Hálsi við gamla Føroya Tele bygningin eftir klokkan 10:00 leygarmorgunin. Fari verður av Hálsi klokkan 10:30.