Mostir Charley liðug fyri hesuferð

Farna vikuskiftið framførdi Klaksvíkar Sjónleikarafelag tær seinastu sýningarnar av skemtileikinum Mostir Charley ? á hesum sinni.

Tí um vit fylgja hagtølunum, so verður leikurin aftur á skránni í 2045. Leikurin hevur verið framførdur tvær ferðir áður, og vóru tað júst 44 ár ímillum hvørja ferð.
Frá Klaksvíkar Sjónleikarafelag frætta vit, at umleið 3.500 fólk hava sæð leikin, og tað eru tey stak væl nøgd við. Tey byrjaðu at venja 1. septembur, frumframførslan var 10. novembur og nú, aftaná 30 sýningar, eru fólk við at blíva troytt. Her er jú talan um eitt áhugafelag, so tað er týdningarmikið, at limirnir ikki gerast ov troyttir.
Fyri framman liggja nú fyrireikingarnar til Norðoyastevnuteitið, og ætlanin er at venja tveir leikir í 2002. Venjingarnar til tann fyrra leikin byrja í heyst, og so verður frumframførslan einaferð í novembur ella desembur, meðan hin leikurin verður fyrireikaður yvir eitt longri tíðarskeið. Tað er ein bólkur undir Klaksvíkar Sjónleikarafelag, sum hevur ætlanir at venja 1-2 ferðir um vikuna í umleið 1 ár.
Klaksvíkar Sjónleikarafelag hevur eisini ætlanir um at vera við í tí stóra gøtuleikinum, sum MáF skipar fyri á Ólavssøku.