Ísraelska fregnartænastan Mossad hevur vant mótstøðumenn í Iran til at beina fyri fólki. Tað sigur amerikanska sjónvarpið NBC, sum sigur seg hava upplýsingarnar úr einari frágreiðing hjá amerikonsku stjórnini.
Tá iranski kjarnorkuserfrøðingurin Mostafa Ahmadi-Roshan varð myrdur í Teheran í januar, ljóðaði, at ísraelsmenn og amerikanarar høvdu lagt drápið til rættis. Tíðindastovurnar skrivaðu, at ein maður á motorsúklu hevði fest eina bumbu upp undir bilin hjá tí 32 ára gamla Mostafa Ahmadi-Roshan.
Mostafa Ahmadi-Roshan er ikki tann fyrsti iranski kjarnorkuserfrøðingurin, sum er myrdur. Nakrir aðrir hava fingið somu lagnu, og myndugleikarnir í Iran hava lagt Ísrael og USA undir at hava myrt teir.