Eitt russiskt blað leggur hakkarar undir at hava plantað »fake news« á sína heimasíðu, eftir at blaðið mánadagin hevði eina frágreiðing um, at næstan 10.000 russiskir hermenn eru dripnir í Ukraina.
Greinin um teir 10.000 deyður russararnar lá heimasíðuni hjá blaðnum í fleiri enn seks tímar.
Í tekstinum var russiski verjumálaráðharrin endurgivin fyri at siga, at 9861 russiskar hermenn eru deyðir í Ukraina, og at 16.153 eru særdir.
Hesi tøl eru seinni strikað í greinina á heimasíðuni í dag.
Í staðin stendur nú, at hakkarar hava verið inni á heimasíðuni hjá Komsomolskaya Pravda og lagt út følsku upplýsingarnar um »serliga átakið í Ukraina. Følsku tíðindini vórðu straks strikað«, verður sagt.
Um talið 9861 er rætt, so eru russisku deyðstølini fyri 27 daga langa kríggið í Ukraina nær við at vera tveir triðingar av teimum umleið 15.000 russisku hermonnunum, sum doyðu í tíggju ára longu sovjetisku hersetingini av Afganistan frá 1979.
Russland hevur ikki alment upplýst tøl fyri deyð og særd síðani 2. mars. Tá varð upplýst, at 498 hermenn vóru dripinir, og 1597 særdir.
Síðani tað hava russisku deildirnar møtt harðari mótstøðu frá ukrainskum deildum.
Talsmaðurin fyri Krem, Dmitry Peskov, seðgi tíðindafólk í dag, at hann ikki hevur upplýsingar um falnar hermenn. Hann vísti aftur at viðmerkja søguna av heimasíðuni hjá Komsomolskaya Pravda.
Amerikanska sjónvarpsstøðin CNN endurgevur í dag ein amerikanskan embætismann fyri upplýsingar um, at nógvir russiskir hermenn í Ukraina hava frostskaðar, og at teir síggja út til at mangla heit klæði og útgerð. Russisku deildirnar mangla eisini mat og bensin.
Eisini týska tíðindastovan dpa endurgevur keldur úr amerikanska verjumálaráðnum fyri, at russiska hertøkan í Ukraina er seinkað av flutningstrupulleikum.
Russisku hermenninir skulu eisini hava trupulleikar við at samskifta sínamillum.
/ritzau/Reuters