Fyrrverandi grønlendski politikarin Moses Olsen doyði í gjár, 70 ára gamal Moses Olsen var ein av teimum gomlu í grønlendskum politikki og verður taldur millum teirra, sum løgdu grundarlag undir grønlendska heimastýrið. Hann var virkin í grønlendskum politikki í mong ár og var bæði landstingslimur, fólkatingslimur og landsstýrismaður.
Saman við Jonathan Motzfeldt og Lars Emil Johansen stovnaði Moses Olsen flokkin Siumut.
Umframt at vera politikari var Moses Olsen skald.