Í stórum parti av dystinum í seinna hálvleiki vóru russisku leikararnir so bangnir fyri at skjóta móti Karen Mortensen, at eingin tók ábyrgdina á seg. Og í heilum skutu russisku stjørnurnar framvið málinum.
Danmark streyk rímiliga skjótt avstað, og kom á odda 9-4 í einum fyrra hálvleiki, sum endaði 11-10 til Danmark.
Men beinanvegin í seinna hálvleiki vísti Karen Mortensen, at hon í hvussu er ikki ætlaði at lata russisku heimsmeistarnar fara avstað við nøkrum.
Danmark reyk upp á 16-12 og víðari til 19-13, og bara fyri at vísa hvør var best hálaði Karen Mortensen eina dupult bjarging úr hattinum við 25-18 har Danmark fór í mótálop og skoraði til 26-18.
Dysturin endaði við einum donskum sigri á 26-20, sum Jan Pytlick uttan iva hevði keypt undan dystinum.
Donsku serfrøðingarnir, sum greiddu frá dystinum á TV2 vóru ikki bangnir fyri at kalla hesa EM-kappingina fyri kappingina fyri Jan?s EM.
33-ára gamla Karen Mortensen var uttan iva besti danski leikarin, men aðrar gjørdu eisini vart við seg, sum til dømis 22 ára gamla Camilla Dalby, sum ferð eftir ferð í seinna hálvleiki spældi Mie Augustinussen fría, samstundis sum hon skoraði fleiri týdningarmikil mál.
Eisini Line Jørgensen var fantastisk í verjuni, har hon vísti ótrúliga styrki, og eisini í álopinum bankaði hon nakrar bóltar inn, sum má hava tikið luftina úr málverjanum.










