Tá ið danski landsliðsvenjarin Morten Olsen eftir landsdystin ímoti Ukraina, sum endaði við javnleiki 1-1, gjørdi samrøðu við danska sjónvarpi, hoyrdist valla eitt orð, tí áskoðararnir í Parkini buh'aðu eftir landsliðsvenjaranum. Samrøðan var víst á stórskíggja í Parkini, samstundis sum hon varð send í sjónvarpinum.
Undan dystinum hevði Morten Olsen biðið viðhaldsfólkini stuðla liðnum og ikki bara kritisera, men eftir javnleikin í Parkini, ýldu áskoðararnir eftir Morten Olsen.
- Tað er í lagi, fólk hava goldið fyri at koma inn. Tey eru vónbrotin, og soleiðis er tað alla aðrastaðni í heiminum, segði Morten Olsen, sum tó ikki ætlar sær at gera eina slíka samrøðu aftur.