Danski landsliðsvenjarin, Morten Olsen, brýggjar seg ikki um, at danska landsliðið skal spæla vinardyst móti Føroyum. Fyrsta royndin hjá Morten Olsen sum landsliðsvenjari í Danmark var, tá ið danir 16. august í 2000 vunnu vinardyst á Tórsvølli 2-0.
Jógvan Martin Olsen hevði fegin viljað havt, at fyrsti landsdysturin hjá honum sum venjari hjá Føroyum var móti Danmark, men tað vil Morten Olsen ikki.
- Vit bóru hetta upp á mál við danir, tá ið vit vóru saman við teimum til lutakastið í januar. Vit hildu tað vera gott hugskot, tí danir vóru júst komnir í bólk saman við bæði Liktinstein og Íslandi, og tí ímyndaðu vit okkum, at teir høvdu havt gagn av at spælt móti okkum. Aðalskrivarin í DBU, Jim Stjerne Hansen, tóktist vera við upp á hetta. Men tá ið vit dagin eftir hittust aftur í lufthavnini, segði hann okkum, at hann hevði tosað við venjaran um hetta, og at Morten Olsen ikki var áhugaður fyri vinardysti móti Føroyum, sigur Jógvan Martin Olsen.
Danmark hevur fyri neyðini at spæla fleiri vinardystir, tá ið teir skulu fyrireika seg til EM undankappingina, tí teir verða ikki partur í HM endaspælinum í Týsklandi í summar.
Í FSF hava teir síðani teir fingu krakk frá Morten Olsen arbeitt við øðrum møguleikum, og tað kann væl vera, at tað fer at enda við, at Føroyar fara at spæla vinardyst móti Eysturríki, sum føroyingar hava so góð landsliðsminni um.
- 28. mai hevur verið nevndur sum møguligur dystardagur. Vit tosaðu við venjaran hjá Finnlandi, Roy Hodgson, tá ið vit vóru til lutakastið í París, og hann og Finnland høvdu einki havt ímóti at spælt móti okkum í Finnlandi henda dagin. Síðani hava vit eisini tosað við íslendingar, sum hava sýnt áhuga fyri vinardysti 28. mai. Enn er tó einki endaliga avgjørt hesum viðvíkandi, sigur Jógvan Martin Olsen. Hann og hinir í FSF høvdu einki havt ímóti, at Eysturríki varð mótstøðuliðið í vinardysti, sum helst skuldi verið spældur í Føroyum, men enn er ikki avrátt um hetta kann gerast veruleiki í august.
Í FSF verður vónað, at tað skal bera til at spæla ein vinardyst í mai og aftur ein í august.