Í kvøld skulu donsku meistararnir úr FCK royna seg móti Hollendska Ajax í seinasta undanumfarinum áðrenn sjálvt bólkaspælið í Champions League. Og hóast nógv meta Ajax sum favorittar, so heldur danski landsliðsvenjarin, at FCK hevur ein góðan møguleika. Eg vil siga, at tað er fifty-fifty. Ajax hevur nokk eitt lítið sindur betri hóp, men FCK er komið sera væl ígongd í heimligu kappingini. Teir hava longu víst, at teir hava eitt væl virkandi kollektiv, meðan kappingin hjá Ajax als ikki er byrjað.