Hondbóltur er eitt ógvuliga skjótt spæl, og viðhvørt kann tað eisini ganga skjótt uttanfyri vøllin.
Tað sveið hjá mongum í Neistanum at uppliva eitt 22-28 tap ímóti KÍF á heimavøllií dysti í Atlantic Airways-deildini í gjárakvøldið.
Og líkt er til, at hetta tapið er ein partur av orsøkini til, at Morten Hust Petersen ikki longur er venjari hjá besta mansliðnum hjá Neistanum.
Morten Hust Petersen tók yvir aftaná Jakob Jónsson og Inga Olsen til hetta kappingarárið, og longu nú er samstarvið millum partarnar endað.
Hetta váttar ein góð kelda innan føroyska hondbóltsheimin fyri Sportalinum.









