Í gjár var súkkling á Sundalagagsstevnuni í Kollafirði. Tórshavnar Súkklufelag skipaði fyri súkklingini á Sundalagsstevnuni, teir vaksnu og unglingarnir súkklaðu teinin úr Kollafirði norður til Áir, ið er 21 km. Vinnari gjørdist Morten Hansen við tíðini 35.14, bara 6 sek. aftaná kom Anders Joensen á mál, nr. 3 gjørdist Jógvan Djurhuus við tíðini 37.50.
Nr. 1. Morten Hansen 35.14
Nr. 2. Anders Joensen 35.20
Nr. 3. Jógvan Djurhuus 37:50
Nr. 4. Evald Rasmussen 41:41
Nr. 5 Jóanis Albert Nielsen (Unglingi) 48:57
nr. 6 Henry Berg 49:12