FM í bridge fyri veteranar var spælt leygardagin, og teir elstu, sum vóru við í kappingini, vunnu.
Tað vóru Mortan Rasmussen og Zakaris Joensen úr Havn. Teir løgdu seg á odda í fyrsta umfari og hildu seg har øll 45 spølini.
-Ofta eru tað teir yngru bridgespælararnir, sum klára seg best. Men í kappingini fyri veteranar, har spælarar kunnu vera niður í 53 ár, vóru tað kortini teir báðir, sum eru farnir um tey sjeyti, sum vunnu kappinginga, skriva fyrireikararnir í tíðindaskrivi í kvøld.
Nummar tvey vóru Niels E. Nielsen og Bjarki Johannesen.










