Tað er næstan almenn vitan, at fríggjadagur er stóri søludagur niðri í Vágsbotni, har nógv selja sínar fiskavørur og annað tilfeingi.
Í morgun var tó ikki tespiligt at fara oman. Kommunan hevði sent eitt arbeiðslið oman at asfaltera og m.a. slapp bilurin hjá Sjógæti ikki framat. Asfalstroykurin og larmurin frá arbeiðnum gjørdi eisini sítt til, at umstøðurnar vórðu ikki góðar at standa og selja.
Mortan Johannesen fýlist á, at kommunan ikki raðfestir tey, ið liva av at selja í Vágsbotni so frægt, at tey ikki fáa frið tá mest er at gera. Tað koma nógv oman at keypa fríggjadag, men seinastu tíðina hevur lítið fantilsi verið niðri í Vágsbotni
- Kommunan hevur ikki ánilsi av hvat gongur fyri seg her. Hetta vísir bara, at kommunan er karvandi líkaglað um vit verða smidaði út her. Tey taka ikki hensyn til okkum fyri eitt fimmoyra, sigur Mortan Johannesen.
Mortan Johannesen sigur, at kommunan hugsar ikki um “tann meiniga borgaran”, sum Mortan málber seg.
- Eg havi einki ímóti matstovuni, sum kemur her, men hon er ikki til tann meiniga mannin. Hon er til tann við gullrandaðu kortunum. Vit bjóða eina góða bíliga vøru til tann meiniga havnaborgaran, men tað virðir kommunan einki, sigur Mortan Johannesen.