Tá manslandsliðið um eina góða viku fer avstað til Grønlands at spæla tríggjar dystir móti grønlendingum, verður strikuspælarin hjá Tjaldri, Mortan Hansen, ikki við í ferðalagnum.
Mortan hevur verið skaddur í eina tíð og ikki fyrr enn hesa vikuna fekk hann gipsið av. Tí er ikki ráðiligt hjá honum at fara í holt við so krevjandi uppgávu beinanvegin, sum henda landsliðsferðin er.
Í samráð við hjálparvenjaran á hondbóltslandsliðnum, Hjalmar Klein Olsen, hevur Mortan tí gjørt av at geva avboð til ferðina.
Kortini verður roknað við, at hann er komin fyri seg aftur um ikki so langa tíð, og tí fer landsliðsvenjarin Lars Nedergaard at senda boð eftir honum, tá farið verður undir heimligu landsliðsvenjingarnar aftur eftir grønlandsferðina.
Hesar venjingar eru fyrireikingarnar til EM-undankappingina í Finlandi fyrstu tríggjar vikurnar av januar, tá Føroyar skulu royna seg í bólki saman við Ísrael, Finlandi og Belgia.
Eftir heimkomuna úr Grønlandi skulu vera tilsamans seks venjingar og tveir dystir ? annar móti útlendingunum í føroyskum manshondbólti fríggjadagin 27. desember og hin móti einum pressuliði sunnudagin 29. desember.
Ætlandi fer manslandsliðið úr Føroyum til Finlands mánadagin 30. desember.










