Mortan hevði besta úrslitið í 16 ár

Farcod P/F hevði í fjør besta ársúrslitið síðani 2006

 

Felagið hevði 20,1 milliónir krónur í yvirskoti, sum er fýra milliónir betri enn árið fyri. 

Tað vísir roknskapurin hjá Farcod P/F, sum er almannakunngjørdur í roknskaparskipanin hjá Vinnuvitan.biz.

Felagið, sum Mortan Johannesen, skipari og reiðari í Havn eigur, hevur dóttirfeløgini Ametyst P/F, Enniberg P/f, Havborg P/f og S. M. S. P/f, sum felagið eigur helmingin í.

Nýgbygningurin hjá P/F Havborg, Emerald, nærkast. Hann fór av bakkastokki fyri júst einum ári síðani á skipasmiðjuni Tersjan Shipyard í Turkalandi.

Emerald er enska heitið á gimsteininum, sum vit nevna smaragdur, sum í sínum týdningi m.a. verður sett í samband við endurføðing, eydnu og frið.

Emerald hevur eina frystilast á 2.250 rúmmetrar. Tað svarar til umleið 1.000 tons av frystum fiski. Skipið er 87,5 metrar til longdar og 18 metrar breitt. Pláss er fyri 40 monnum umborð, men alt veldst um, hvat slag av fiskiskapi, talan verður um – t.d. telur manningin 18 á rækjuveiði og 34 til toskafiskiskap.

Emerald er tøkniliga útgjørd til at kunna toga við trimum trolum í senn. Verksmiðjan hevur framkomna útgerð, sum bæði kann viðgera rækjur, fisk og mjøl. Stórur dentur er eisini lagdur á skynsama orkunýtslu fyri at minka sum mest um útlátið.

 

##med2##

Reiðaríið skrivar í tíðindaskrivi, í sambandi við at skipið varð sjósett, at Skipsteknisk AS í Noreg hevur teknað og projekterað verksmiðjutrolaran í tøttum samstarvi við reiðaríið, soleiðis at nýggi trolarin er serútgjørdur við serligum atliti at munadyggum og tryggum arbeiðsgongdum í øllum liðum umborð.

Emerald kostar umleið 400 milliónir krónur at byggja.

Eginognin hjá P/F Farcod er í roknskapinum 264 milliónir krónur. 

Av dóttirfeløgunum er P/F Enniberg felagið, ið hevur størsta virði. Eginognin hjá P/F Enniberg er 258 milliónir krónur. Eginognin hjá P/F Ametyst er 5 milliónir krónur, eginognin hjá P/F Havborg er negativ við 20 milliónum krónur, og eginognin hjá P/F SMS er 127 milliónir krónur, harav P/F Farcod eigur helmingin, 63,5 milliónir krónur.

Mortan Hammer Johannesen eigur sambært Skráseting Føroyar persónliga 97 prosent í P/F Farcod.

Kaj Johannesen er stjóri

Í nevndini sita:

Morten Hammer Johannesen, nevndarformaður 

Hildigunn Johannesen nevndarlimur 

Kaj Johannesen nevndarlimur    

Niels Johannesen nevndarlimur

 

 

Emerald varð sjósettur 10. mai í fjør