Mortan helt jól á ríkissjúkrahúsinum

(Rás2) Hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði við Mortan Johannesen, Mortan hjá Andrias í Hvannasundi

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði við kenda skiparan, útróðrarmannin og fiskaseljaran, Mortan Johannesen, Mortan hjá Andrias í Hvannasundi í fyrrapartssendingini "Sjóðteim" á Rás2.

 

Mortan fór til skips fyrstu ferð tá hann var 11 ára gamal, og hann hevur verið sera virkin øll árini, men hetta broyttist brádliga í fjør.

 

Mortan mátti niður á ríkissjúkrahúsið í Keypmannahavn fyri at fáa eina sonevnda "By Pass" skurðviðgerð, og hann mátti halda jól á ríkissjúkrahúsinum. 

 

Í samrøðuni fortelur Mortan um brádliga umskiftið í lívinum, men samstundis kann hann við gleði staðfesta, at hann er komin seg væl, og er nú aftur at finna í Vágsbotni, har hann selur fiskavørur.

 

Mortan er takksamur fyri øll, sum hava sent honum heilsur, og sigur seg ikki vita, at hann átti so nógvar góðar vinir.