Nú er tíðin tá morsnigilin parast, so um tú hevur teir í havanum, er nú við at vera síðsta útkall til at basa teimum í ár. Hvør snigil leggur 400 egg og um tú hevur 25 sniglar í dag, kanst tú sostatt vænta 10.000 sniglar næsta vár.
Egg morsniglanna eru kúlurund, mjólkarhvít og umleið tríggjar millimetrar í ummál. Morsniglarnir leggja oftast eggini undir steinar og træpetti og onnur fuktig støð.
Mælt verður til, at ein samlar eggini og knúsir tey á hørðum undirlagi. Ein kann eisini savna tey í eina spann og hella kókandi vatn omanyvir.
Tað eru fleiri hættir at drepa morsnigilin. Tann mest humani er allarhelst at deila hann í tvey, við einum spaka ella líknandi. Restirnar av sniglinum verða so etnar av øðrum djórum. Teir sum ikki verða etnir, turka upp.
Ein deyður snigil virkar eisini sum agn fyri aðrar morsniglar. Soleiðis kann ein fanga fleiri aðrar sniglar, við at deila ein snigil í tvey, og bíða, inntil hinir koma at eta.
Ein kann eisini samla morsniglarnar í eina spann og hella kókandi vatn oman yvir teir, ella leggja teir í frystaran.
Ein annar møguleiki er at hella salt oman yvir teir. Her skal ein tó minnast til, at salt er skaðiligt fyri annan vøkstur í urtagarðinum.
Onkur nýta fellur, fyri at fanga morsniglarnar. Her hevur øl víst seg at vera sera væl egnað sum agn. Til dømis kann ein grava eina ísboks, við nakað av øli í, niður ájavnt jarðarskorpuna. Minst tó til, at tøma boksina javnan og sjálvandi at drepa sniglarnar.
Morsnigilin varð fyrstu ferð skrásettur í Føroyum í 1996. Snigilin verður 5 til 15 sentimetrar langur, og er skínandi og javnt morreyður, men kann verða ymiskur á liti, frá morreyðum til ljósagulum. Ungir morsniglar eru meiri gjøgnumskygdir á at líta. Morsnigilin stavar úr Spania, men hevur spjatt seg norður gjøgnum Evropa við fólki og matvørum. Morsnigilin er tvíkyndur og nørist skjótt, og kann gera stóran skaða á urtagarðar og eplaveltur.