Morgunsendingin tekur týðandi evnið dustsúgving upp í morgin, og ein dustsúgvari verður burturlutaður í sendingini Morgunsendingin burturlutir ein støvsugara fyri 3000 krónur frá Skousen í dag. Og í sendingini verður gjørt burturúr dustsúgvingini. Spurt verður millum annað, hvør skal dustsúgva, og hvat er serliga gott við tí.
Í sendingini ber eisini til at frætta um, at festivalurin Við Múrin fer at avdúka eitt útlendskt navn í morgun.
Cecilie Stenspil er nýggj stjørna í donskum sjónvarpi. Tosað verður lívverjan, sum er hálvur føroyingur, og hon sleppur eisini at royna seg á føroyskum.
Umboð fyri Rás2 og Smyril Line fara á Barnaheimið, har pengarnar, sum komu inn á fótbólts-uppboðssøluni fyri einari viku síðani, verða lætnir.
Vertir eru Mirjam Pætursdóttir og Eyðun Klakstein