Morgunmatur ger teg ikki klænri

Ein stórur morgunmatur fyribyrgir ikki, at tú etur færri kaloriur restina av degnum.

Tað vísir ein nýggj kanning, sum týskir granskarar hava staðið fyri. Kanningin er almannakunngjørd í tíðarritinum Nutrition Journal, og niðurstøðan er tann, at morgunmatur er ikki týdningarmiklasta máltíð av degnum, soleiðis sum nógv halda. Heilsumynduleikarnir í nógvum londum og diabetisfeløg viðmæla ofta ein stóran og sunnan morgunmat fyri at eta passaligar nøgdir restina av degnum. Og at byrja dagin við einum góðum morgunmati hevur verið hildið at kunna ført til vekttap yvir longri tíð.

Granskararnir frá Universitetinum í Munchen eru tó ikki samdir í hesum. Kanningin er gjørd av 400 persónum, ið hava skrivað dagbók um teirra matvanar. Tey fólkini, sum ótu umleið 400 kaloriur eyka um morgunin, ótu vanliga 400 kaloriur eyka upp á ein heilan dag.

- Henda kanningin vísir, at fólk eta tað sama á døgurða og um kvøldið, líka mikið hvat tey eta um morgunin, sigur Volker Schusdziarra, sum hevur staðið fyri kanningini.

Flestu granskarar og onnur serkøn innan økið eru tó framvegis á einum máli um, at morgunmatur spælir ein avgerandi leiklut í samband við heilsustøðuna hjá fólki.

- Tað er prógvað, at tey fólkini, ið eta morgunmat, eta í størri mun hóskandi mongdir restina av degnum enn tey, ið als ikki eta morgunmat. Hesi fólkini eru heldur ikki í so stórum vanda at gerast feit, sigur Sian Porter, talsmaður hjá størsta diabetisfelagnum í Stórabretlandi.

Mongdinar av mati eru tó ikki tað einasta, ið avger heilsustøðuna.

- Tá tú ikki etur morgunmat, er tað rættiliga sannlíkt, at tú etur okkurt minni heilsugott tann dagin, so tískil eru tað ikki einans mongdirnar men eisini matvørurnar, ið hava týdning, sigur Sian Porter.