Seinnu árini hevur Sands kommuna skipað fyri almennum morgunmatarborði nakrar ferðir um árið. Triðja árið á rað verður nýggjárið eisini karmur um slíkan morgunmat, og verður borðreitt á Mørkini Miklu.
- Tiltakið er sera væl móttikið, og hetta er ein gyltur møguleiki hjá útisetum og øðrum, sum kanska kundu hugsað sær einaferð at búð á Sandi, at uppliva góða stemningin og somuleiðis at koma á tal við fólk, sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri.
Um kvøldið verður kyndilsgonga úr Støðni, og norð til Steinin í Bø, har nýttársbálið hjá sandingum verður.










