Eitt rættiliga væl umtókt tiltak á Varmakeldu er tann almenni morgunmaturin leygardag, sum verður hildin í sambandi við árligu Varmakeldustevnuna.
Henda dagin bjóðar kommunan morgunmat frá klokkan 9 til 12, og sum skilst plaga sera nógv fólk at vera við til hetta tiltakið.
Her ber til at hitta bygdarfólkið til eitt prát og annars bara hugna sær saman við hinum.
Alt er sjálvandi ókeypis. Tiltakið verður beint við Mentanarhúsið.