Morgunkórið jólakonsert í Kvívíkar kirkju

Morgunkórið gjørdist kent um alt landið, tá tað varð stovnað sum ein verkætlan hjá Góðun Morgun Føroyar fyrr í ár.


Mánakvøldið, tann 7 desembur kl. 20:00 verður møguleiki at uppliva kórið, tá skipað verður fyri jólakonsert við 'Morgunkórinum' undir leiðslu av Sigrið Sivertsen í Kvívíkar kirkju.


Saman við Morgunkórinum luttaka eisini tveir evnaríkir solistar Árni Jóanesson og Johanna Norðberg Niclasen.


Eftir konsertina bjóðar kirkjuráðið til kaffi í kirkjustovuni.