Morgunblaðið við upp á tað?

Ikki eru tey so fá, sum í dag eru fallin fyri apríl-søguni hjá Portalinum, og kanska onkur enntá eisini fór í høllina á Hálsi í Havn í dag fyri at síggja íslendsku heimsstjørnuna í grønu Kyndils-troyggjuni.

 

Í øllum førum hava fleiri túsund vitjandi í dag trýst á slóðina til søguna, sum tó er íspunnin úr enda í annan ? sum so nógvar aðrar, ið kunnu lesast ein slíkan serligan dag, sum 1. apríl jú er.

 

Íslendska Morgunblaðið endurgevur søguna í netútgávu síni, og hóast tey ímóti endanum siga, at hesi tíðindi eru skrivað í sambandi við dagin, kundi hent seg, at tey eisini trúðu henni í eina løtu ella tvær, áðrenn tey sóu samanhangin?

 

Skuldi tað framvegis verið onkur, ið tók søguna um Ólaf Stefánsson fyri fult, skulu vit í øllum førum eina ferð fyri allar gera vart við, at hatta var okkara apríl-søga og at hon altso ikki er sonn.

 

Apríl, apríl! ;)