Ein afturvendandi trupulleiki eru sonevndu morgunballini, har fólk fara heim til onkran at ballast víðari, tá dansurin er liðugur. Hetta var eisini støðan sunnunáttina, tá løgreglan varð boðsend niðan millum Gilja, har grannarnir ikki fingu sovið fyri gangi. Vakthavandi sigur, at tað javnan kemur fyri, at fólk ringja og kæra sína neyð um fýra-fimmtíðina um morgunin, tí tey støkka upp úr svøvni av gangi og tónleiki. Oftast er tað nóg mikið at politiið ringir og heitir á fólk um at dempa seg.