Tað kann roknast við hálku um alt landið í morgun. Ferðslan gongur av somu orsøk sera seint ymsa staðni hendan morgunin, eitt nú í Kollafirði. Landsverk boðar frá hálku í Streymnesi og Høgareyni og sigur, at tað kann roknast við hálku á nógvum øðrum støðum.
Soleiðis eru koyrilíkindini um landið í morgun, sambært Landsverki:
- Streymnes - kl. 08:20 Boðað verður frá hálku
- Høgareyn - kl. 08:15 Boðað verður frá hálku
- Dalavegur til Viðareiðis - kl. 08:15 Roknast kann við hálku
- Klaksvík, Gerðabøur - kl. 08:15 Roknast kann við hálku
- Gjáarskarð - kl. 08:12 Roknast kann við hálku
- Kambsdalur - kl. 08:15 Roknast kann við hálku
- Gøtueiði - kl. 08:15 Roknast kann við hálku
- Runavík - kl. 08:15 Roknast kann við hálku
- Norðskálatunnilin, Eystanfyri - kl. 08:15 Roknast kann við hálku
- Tjørnuvíkarvegurin - kl. 08:15 Roknast kann við hálku
- Norðuri í Sundum, Kollafjørður - kl. 08:05 Roknast kann við hálku
- Vatnsoyrar - kl. 08:15 Roknast kann við hálku
- Kaldbaksbotnur - kl. 08:15 Roknast kann við hálku
- Sund - kl. 08:15 Roknast kann við hálku
- við Velbastaðháls - kl. 08:09 Roknast kann við hálku
- Sandoy, á Brekkuni Stóru - kl. 08:15 Roknast kann við hálku
- Ørðaskarð, Fámjinsvegurin - kl. 08:09 Roknast kann við hálku
- Porkerishálsur - kl. 08:15 Roknast kann við hálku