Í morgin verður hesin steinurin sprongdur

Landsverk fyrireikar í løtuni at spreingja ein stóran stein burtur í brattlendinum oman fyri vegin ígjøgnum Dalslíð. Orsøkin er vandin er fyri, at steinurin loysnar og ríður oman á vegin. Spreingiarbeiðið fer fram mikudagin 18. oktober, og neyðugt verður tí at steingja vegin frá klokkan 09.30, og so leingi arbeiðið varðar. Væntandi til út á seinnapartin sama dag. Tað skrivar Landsverk í tíðindaskrivi í dag.  

 

 

- Vegagerðir í einum fjallalandi sum okkara bera sjálvandi í sær størri avbjóðingar, enn tá vegir verða gjørdir í lág- og slættlendi. Eitt nu er vandin í brattlendi tann, at grót og annað tilfar kann loysna og ríða oman á vegin, skrivar Landsverk í dag. 

 

 

Í Dalslíð fram við vegnum móti Dali á Sandoynni eru fólk vorðin varug við ein stóran stein, sum í ávísan mun er loysnaður úr lendinum og møguliga stendur til at loypa niður á vegin. Fyri at binda um heilan fingur hevur Landsverk gjørt av at spreingja steinin burtur.

 

 

- Til tess at tryggja og verja sjálvan vegin, áðrenn sprongt verður, leggur Landsverk stálplátur út á vegin fram við spreingistaðnum á umleið 25 metrar. Í hesum sambandi verður vegurin í Dalslíð stongdur fyri gjøgnumkoyrandi ferðslu mikudagin 18. oktober frá klokkan 09.30, meðan arbeiðið fer fram, og so leingi tað tekur at rudda upp eftir spreinginina. Væntandi til nakað út á seinnapartin. Um uppruddingararbeiðið tekur longri tíð enn væntað, fara akfør at standa báðumegin arbeiðsøkið, sum ger tað møguligt hjá bygdarfólki at koma til og úr Dali, sigur Landsverk í dag. 

 


Stóri steinurin, sum er umleið tríggjar metrar til hæddar og verður sprongdur burtur í morgin mikudagin, sæst í miðjuni á myndini