Í morgin verða donsku landamørkini stongd fyribils.
Danskir ríkisborgarar sleppa inn sum vanligt, men øll onnur verða vend í hurðini. Tað vil siga, at ferðafólk og onnur, sum ikki hava fyri neyðini at koma inn í landið, ikki sleppa inn.
Hesum boðar Mette Frederiksen, forsætisráðfrúa í Danmark, frá á tíðindafundi, sum er beint nú.
Hetta verður galdandi frá klokkan 11 í morgin til 1. apríl - fyribils.
Fyri at sleppa til Danmarkar, skal mann framyvir hava eitt neyðugt endamál við vitjanini - ella eina viðurkenningarverda orsøk, sum Frederiksen kallar tað. Hetta fevnir um handil og flutning, samveru við børn og akutta familjuvitjan.
Mette Frederiksen leggur í løtuni fram nøkur nýggj tiltøk, sum nú verða sett í verk í Danmark fyri at minka um smittuvandan av coronavirus, og hetta er eitt av nýggju tiltøkunum - men uttan iva tað mest víðgongda.
– Vit hava eina stóra felags uppgávu. Eg eri ikki í iva um, at hetta er rætta avgerðin, tí um vit ikki gera hetta, so fær tað stórar avleiðingar, segði Mette Frederiksen.
Fyrr í dag kom danska Uttanríkisráðið við einum tilmæli til allar danskar borgarar um at avlýsa allar óneyðugar ferðir, samstundis sum heitt varð á danir uttanlands á feriu um at sleppa sær heim.
Fleiri enn 800 fólk eru smittað í Danmark, 23 eru innløgd, harav støðan hjá tveimum persónum er sera álvarslig. Mette Frederiksen segði, at hetta talið fer at veksa komandi tíðina, og hon ivast heldur ikki í, at fólk fara at doyggja av smittuni.