Í morgin tekur nýggja ferðaætlanin hjá Smyrli við, og sostatt fer tann gamla ferðaætlanin í søguna. Strandferðslan hevur tikið avgerð um, at gera nakrar tillagingar í ferðaætlanini hjá leið 7 orsakað av økta farmaflutninginum.
Talan er ikki um tær stóru broytingarnar, men í fleiri førum snýr tað seg um broytingar á 15 ella 30 minuttir. Økti farmaflutingurin økir støðugt trýstið á trygdina, sambært Strandferðsluni, og tí hevur verið neyðugt at gjørt hesar tillagingar.