Í morgin skal føroyska Sarah Mahfoud boksa í VM-dystinum í fjaðurvekt. Hon skal í ringin saman við núverandi heimsmeistaranum Brenda Karen Carabajal, sum er úr Argentina.
Frederiksberg Hallerne verða karmur um stóra brakið, og her hevur Sarah Mahfoud boksað seks ferðir áður. Sarah hevur staðið seg sera væl seinastu tíðina, og hon liggur í løtuni nummar 1 á heimsstyrkislistanum hjá IBF.
Eingin dani hevur nakrantíð vunnið VM-beltið, sum hoyrir til International Boxing Federation (IBF). Fleiri hava roynt, men øll til fánýtis. Sarah Mahfoud, sum evur føroyska mammu, kann tí skriva søgu við at blíva fyrsti danski IBF-heimsmeistari. Danir nevna Sarah fyri nýggju donku boksivónina, og sjálv sigur hon, at hon hervið fær sín dreymadyst, og at hon gleðir seg til henda dystin, sum er tann týdningarmesti á lívsleiðini higartil.
Sarah Mahfoud er fødd 29. september í 1989 í Havn. Hon er 165 cm høg og vigar 57 kilo og er í flokkinum fjaðurvekt.
In.fo verður á staðnum í morgin, tá stóra brakið verður, og vit fylgja dystinum.