Nú verður av álvara farið undir at koppseta fyri koronu og nú eru tey komin so langt í koppsetingarætlanini, at í dag kunnu øll yvir 55, sum eru í vandabólki, bíleggja sær tíð til at verða koppsett.
Eitt yvirlit yvir vandabólkarnar sæst HER
Og í morgin kunnu so øll onnur yvir 55, eisini bíleggja sær tíð á corona.fo
Koppsett verður eftir aldri og tá ið tað er liðugt at koppseta tey yvir 55, verður aldursmarkið aftur lækkað, so tá kunnu tey 45-54 ár bíleggja sær tíð til koppseting.
Í gjár komu 5.200 skamtir av koppingarevni til Føroya og um tvær vikur koma 5.200 skamtir afturat. Sum kalendarin nú sær út, verður tað í fyrstu viku í august, at liðugt verður at koppseta.