Fjarrit er komið frá jólaskipinum, sum boðar frá at skipið kemur inn á Vágsbotn í morgin, leygardagin 15. desember. Umborð á jólaskipinum eru fleiri jólamenn, og teir gleða seg at heilsa uppá øll børnini.
GHM spælir hugnaligan jólatónleik undir Bryggjubakka, meðan jólamennirnir bjóða karamellur, og gingið verður yvir til jólabýin saman við jólamonnunum. Í býnum verður tónleikur og nógv onnur tiltøk, og nógvir av handlunum í Havn hava opið til klokkan 20 í annaðkvøld.
Jólaskipið leggur at við Bryggjubakka klokkan 15.










