Mikukvøldið verður upphiting til Summar Festivalin við konsert á vágni. Festivaurin skrivar á heimasíðuni, at hetta varð roynt fyrstu ferð í fjør og riggaði sera væl.
- Í ár fer songkvinnan úr Mikladali, Ingibjørg Hansen, at syngja, og hon hevur tónleikararnar Pætur við Keldu og Ólav Jakobsen afturat sær, skrivar festivalurin Konsertin verður umborð á báti, sum fer at liggja innast á vágni. Konsertin byrjar mikukvøldið kl 21:00.
Um veðrið í morgin sigur DMI, at tað verður 4-10 m/s av suðri og útsynningi. Turt fyri tað mesta og nakað av sól. Hitin alt samdøgrið millum 8 og 12 stig. At síggja til verður veðrið á Summar Festivalinum heilt hampiligt. Hósdagin verður 4 - 9 m/s av suðri ella útsynningi. Einstøk æl og annars sól. Hitin millum 8 og 12 stig.
Fríggjadagin verður 3-8 m/s av suðri og útsynningi, um náttina minkar í undir 5 m/s av ymsum ættum. Einstøk æl og sól. Hitin millum 10 og 12 stig um dagin, og um 6 - 9 stig um náttina. Leygardagin somuleiðis at kalla eingin vindur - undir 5 m/s av ymsum ættum. Tó fleiri æl leygardagin og bert eitt sindur av sól, skrivar DMI í kvøld.