Morgan Freeman ikki deyður

Á netinum verður Morgan Freeman nú sagdur at vera deyður. Men soleiðis er kortini ikki.

 

R.I.P Morgan Freeman ljóðar tað á einum Facebook bólki, sum sigur, at “elskaði sjónleikarin” andaðist hósdagin klokkan 17.00

Næstan 290.000 brúkarar hava meldað seg í bólkin, sum skal heiðra minni um Freeman, og síðani hósdagin hava fólk streymað inn á bólkin at kondolera. Men fleiri vístu eisini á, at hann als ikki er deyður.

 

Og nú viðganga menninir handan bólkin, at hann ikki er deyður kortini.

 

- Morgan Freeman er einans deyður beint nú. Gud vil hava hann upp í himmalin at greiða frá nøkrum viðurskiftum, siga menninir handan bólkin.

 

Og hendan útsøgnin hevur gjørt, at yvir 3000 brúkarar hava víst sína ónøgd á bólkinum.

 

“Tit hava tørv á hjálp. Hetta er sinnissjúkt. Hvussu kann nakar finna uppá slíkt”, skrivar ein brúkari.

 

Men hetta er ikki fyrstu ferð, at onkur hevur sagt, at Morgan Freeman er deyður. Eisini í 2010 skrivaði onkur á Twitter, at hann var deyður. Og tá sendi CNN enntá tíðindini um deyða hansara út til sínar hyggjarar.